top of page

Felagsskapur, samanhald & virðing

Opdateret: 15. nov. 2021


Góðu bygdafólk, oyggjabúgvar og vestanstevnugestir.


Líka síðan eg tók við sum for-maður í Sandavágs Ítróttarfelag, havi eg gingið og hugsað um, hví eg tók hesa uppgávu uppá meg.


Svarið er so at siga einfalt.


Fyri meg byggir tað á 3 grundvirðir: Felagsskapur, samanhald & virðing.


Felagsskapur hevur stóran týdning fyri okkum øll. Vit hava øll brúk fyri at hoyra til, og verða møtt. Sum ítróttarfelag síggja vit tað sum okkara ábyrgd, at felags-skapurin virkar.


Samanhald er nakað vit øll ynskja, men er kanska ikki altíð tað lættasta at finna, tí sundurlyndi hava vit eisini í okkum. Tí er tað so týdningarmikið, at tað er saman-hald, sum heldur okkum saman og sum vit røkja.


Virðing fyri tí einstaka er týdningarmikið. Vit ynskja ein felagsskap har øll føla seg væl-koman.


Umráðandi er, at eisini tey, sum ikki íðka ítrótt føla seg at hoyra til. Vit hava brúk fyri øllum.


Tey, sum íðkað hava tørv á at hjálparfólk eru rundan um tey, fyri at tey skulu brúka sína orku uppá sjálvan ítróttin.


Standa vit saman, og brúka vit øll okkara ymisleikar, so er tað felagsskapurin, styrkin í saman-haldinum og virðingin fyri hvørjum øðrum, sum ger okkum sterk og sameind.


Eg havi sett mær fyri, at eg vil geva mítt íkast til, at vit øll, hvør ein-stakur og bygd okkara, hevur nakað at bjóða og standa saman um.


Ítróttagreinarnar hjá SÌF eru hondbóltur og kappróður. Tvær ítróttargreinar, sum hvør á sín hátt krevja nógv av øllum.

Vit hava nógv sum stuðla, foreldur, avvarðandi og áhugaði, sum gera eitt megnar arbeiði, at vit kunnu hava so nógv børn og ung virkin sum gjørligt. Vestanstevnan og seinsummardagurin eru tvey almenn tiltøk, sum vit øll gleða okkum til.


Sum vertir fegnast vit um at síggja fleiri og fleiri vitjandi, sum koma at njóta løturnar saman við okkum.


Aftur hesa Vestanstevnu verða grannaløgini skrýdd við ymiskum litum, og ein skrúðgonga við ymisku litunum verður sameind á miðstaðarøkinum, sum eisini er prýtt við ymisku litunum. Av sonnum kunnu vit siga: Saman eru vit vøkur


Vestanstevnunevndin hevur gjørt eina so fjølbroytta skrá sum gjørligt, soleiðis at stevnan kann verða hugnalig, og at øll hava okkurt at fara til.


Fyrireikingarnar hava verið nakað øðrvísi, enn til aðrar stevnur. Til ber ikki at koma uttan um korona, sum vit tíverri hava havt á vitjan undir fyrireikingunum. Vit sóu tó ljóst uppá tað heila, og settu okkum fyri at trúgva uppá, at vit kundu halda Vestanstevnu.


Aftur hesaferð hava vit fingið góðan stuðul og hjálp frá Vága kommunu, sum vit eru sera takksom fyri.


Eisini við dyggum stuðli og stórari hjálp frá vinnuni og bygdar-fólkinum, eru vit væl fyrireikaði til at halda Vestanstevnuna.


Stóra tøkk vilja vit bera Vága kommunu, vinnulívinum og øllum bygdarfólkunum, ið vilja veita eina hjálpandi hond.


Sandavágs Ítróttarfelag og

Vága kommuna bjóða øllum

at verða hjartaliga vælkomin til Sandavágs á Vestanstevnu 2021.


Vegna fyriskipararnar

Heðin Samuelsen

Formaður í Sandavágs Ítróttarfelag

Seneste blogindlæg

Se alle
bottom of page