top of page

Neystið er miðdepil fyri fleiri børn og ung í Sandavági

Kappróðurin í Sandavági er í fagrasta blóma, og neystið er tískil miðdepilin fyri fleiri manning-um alt árið runt. Róðrarnevndin fegnast um, at fólk støðast so væl í róðrarneystinum í Sandavági.

Í neystinum er sjálvandi venjing fyrst og fremst á skránni.

Manningarnar koma tó eisini saman til hugnaløtur og gaman. Nógvir eru aktivitetirnir: venjing, fløskuinnsavnan, hugna-

kvøld, venjingarlega og svimja á sjónum. Í mars róðu okkara rógvarar við í stuðulstiltakinum “Rógva móti krabba", har tey megnaðu at samla á leið 27.800 kr. inn til Krabbameinsfelagi. Um veturin venja tey miðvíst fram til innandurakappingar, og eisini fram til komandi kappingarárið í bátunum. Rógvarar hjá SÍF hava møtt væl upp og sterkt mannaði til allar innandura kappingar, sum hava verið í Føroyum. Úrsltini hava verið sera góð. Ein heilt nýggjur og ungur rógvari, Marni, vann silvur í FM. Ein annar av okkara rógvarum, Símun Tórur, megnaði at rógva seg til bronsu í FM, gull í DM, bronsu í EM og bleiv nr. 5 í HM. Dreingjamanningin á 5 mf. Ørnin kláraðu seg eisini væl, og vunnu teir silvur í liðkappingini í FM.




Vit hava 4 manningar við í bátunum í ár. Eina heilt nýggja dreingja-barnamanning, sum eru ov ungir at luttaka. Teir venja til gaman í bátinum “Ravnur” 2 ferð um vikuna. Síðan eru ein gentubarnamanning og ein dreingjabarnamanning Okkara elstu rógvarar í ár, er ein dreingjamanning umborð á 5. mf. "Ørnin".

Gleðiligt er at fylgja hesum røsku manningum. Tey hava luttikið á Ódnartøk, og nú eisini á øllum stevnunum. Vit síggja, at teirra arbeiði lønar seg, tey standa seg væl í kappingunum.


Dreingjamanningin Havørnin hava verið um reppið at slep


pa við í finaluróðurin á stevn-unum. Gentumanningin á Havørnini hava klárað seg til at koma við í finaluróðurin tvær stevnur. Tey eru sterk og vilja gjarna longur fram. Tey venja miðvíst, og vit hava tí góðar vónir fyri, at tey megna at koma longur fram til komandi stevnur.


Ein gentumanning bleiv mannað við 5 mf. Ørnin, og luttóku tær á fyrstu stevnini, men hava ikki havt lætt at mannað bátin, og máttu tíverri melda bátin úr kappingini. Tær tíma væl at rógva, so vónandi gongst tað teimum betur komandi ár, við vón um at fleiri rógvarar leggjast at teimum.


Dreingjamanningin Ørnin bleiv nr. 3 til ódnartøk samanlagt, og stríðast nú eisini um 3. plássið í FM. Kappingin er hørð, men teir e



ru sera ágrýtnir og hava fingið smakkin av medaljum.

Tað er spennandi at fylgja teimum, nú teir venja miðvíst fyri at koma longur fram enn 3. pláss til komandi stevnur.


Við róðrarkvøðu ynskja vit í róðrarnevndini hjá síf øllum eina

góða Vestanstevnu

og ein spennandi Vestanstevnuróður í sandavági

Seneste blogindlæg

Se alle
bottom of page