top of page
image0.jpeg

HONDBÓLTUR

UM HONDBÓLTIN

SÍF, ið er eitt av elstu ítróttarfeløgum í Føroyum, er vælvirkandi og aktivt innanfyri hondbólt. Umsitingarliga verður felagið rikið av sjálvbodnum á einum óløntum grundarlagi. Hervið eru foreldur, ung og aðrar eldsálir við til at tryggja, at børn og ung fáa dygdargóð ítróttarlig tilboð og sosiala samveru í nærumhvørvinum. Hetta skapar góðan trivna og góða heilsu.

Tey síðstu árini hevur SÍF havt løntan venjara til hondbóltin. Kappingarárið 2025/2026 hevur SÍF gjørt sáttmála við danan Simon Pihl (tlf. 281906), ið kemur at taka sær av U8/10/12/14/16.

Í løtuni er meirilutin børn og ung sum spæla hondbólt í SÍF.

Hondbóltsnevndin hevur sum mál, at tað er góður trivnaður, hjá teimum sum spæla hondbólt og foreldrum teirra. Harafturat er ynskiligt at talið av íðkandi innan hondbóltin, fer at vaksa tey komandi árini. Hondbóltsnevndin er tí farin undir at gera átøk, sum hava til endamáls, at stimbra áhugan hjá børnum fyri hondbólti.

At spæla hondbólt, er sera mennandi ítróttarliga og gott fyri trivnaðin hjá teimum ungu.

Billede af Marino Bobetic

Við nærleika skapa vit eitt mennandi og fjølbroytt ítróttarligt umhvørvi, sum er tilvitað um einstaklingin og felagsskapin

Síf búmerki.png
telefon.png
mail.png
facebooksif.png
instagram..png

Sandavágs Ítróttarfelag
sif@sif.fo
tlf. 271906


Hondbóltur

hondbolt@sif.fo
Venjari: tlf. 281906


Kappóður
rodur@sif.fo

@ 2022 framleitt av BG

bottom of page