VIÐTØKUR
VIÐTØKUR
HJÁ SÍF
Gr. 1
Navn felagsins
Navn felagsins er Sandavágs Ítróttarfelag, stytt S.Í.F. sett á stovn í november 1906.
Høvuðsmál felagsins er at íðka ítrótt, teimum luttakandi til gleði og heilsubótar og samstundis at fremja hollan felagsskap og ala fram framburðrarkenslu limanna millum. Bygdini til æru og prýði.
Gr. 4
Limagjald
Limagjaldið skal gjaldast fyri allar ítróttargreinar. Gjaldið verður ásett av nevndini, men skal góðtakast á aðalfundi.
Íðkandi limur, sum er í eftirstøðu, má gjalda limagjald fyri inniverandi ár áðrenn limurin kann halda á við ítróttinum.
Rætt til at møta á aðalfundi og eykaaðalfundi hevur bert limur, ið hevur goldið limagjald fyri farna árið, og ikki stendur í eftirstøðu. Undantiknir eru heiðurslimir felagsins.
Gr. 6
Eykaaðlarfundur
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið 20limir krevja tað. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi.
Gr. 7
Hvør stýrir felagnum
Felagið verður stýrt av nevndini, ið hevur umsiting og leiðslu felagsins um hendi.
Nevndarfundur skal haldast tá formaðurin ella tveir nevndarlimir ynskja tað. Fundurin er viðtøkuførur tá umboð fyri allar nevndirnar eru møttir. Hvør nevnd hevur eina atkvøðu. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu, er atkvøða formansins avgerandi.
Nevndin kann koyra lim úr felagnum um limurin skaðar felagið, ella nevndi tess við atburði sínum.
Gerðabók verður førd fyri aðal- og nevndarfundir.
Gr. 8
Hvussu verður felagið tekna
Felagið verður teknað av formanni og einum nevndarlimi. Til keyp, sølu, upptøku av láni, ella veðseting av føstum ognum, krevst aðalfundarsamtykt, ella eykaaðalfundarsamtykt.
Limir ella nevnd hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum.
Gr. 9
Fastar ognir
Fastar ognir felagsins kunnu ikki veðsetast ella seljast, eiheldur lán upptakast uttan aðal- ella eykaaðalfundarsamtykt.
Gr. 11
Avtøka av felagnum
Avgerð um avtøku av felagnum, kann bara fremjast á einum aðalfundi, sum er kunngjørdur til hetta endamál. Felagið kann bara verða avtikið um í minsta lagi 2/3 av limunum atkvøða fyri tí.
1/3 av limum felagsins skulu møta og harav skulu 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri avtøkuni.
Um felagið verður avtikið, skal møgulig ogn verða latin bygdini til frama.
Gr. 2
Kvinnuhondbóltur
Kvinnuhondbóltsdeildin ber heitið Søljan.
Gr. 3
Limir
Øll kunnu gerast limir í felagnum. Bert limir ið eru fyltir 14 ár hava atkvøðurætt á fundum felagsins.
Limirnir ábyrgdast ikki fyri fíggjarligu skuld felagsins.
Gr. 5
Aðalfundur
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins í øllum viðurskiftum, og er viðtøkuførur við teimum limum, ið eru á fundi.
Aðalfundur verður hildin í seinasta lagi í mai.
Nevndin kallar inn til aðalfundar við uppsløgum, gjøgnum heimasíðu felagsins ella annan sosialan miðil í minsta lagi 8 dagar fyri aðalfundin. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaði, -tíð og –skrá.
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum.
Skráin fyri aðalfundin skal fevna um:
-
Val av fundarstjóra
-
Frágreiðing formansins / nevndarinnar fyri farna árið.
-
Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
-
Val av formanni, kassameistara,nevndarlimum og tiltakslimum.
-
Val av grannskoðara.
-
Innkomin mál.
-
Ymiskt
Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum.
Atkvøðurætt á aðalfundinum hava bara limir, ið kunnu prógva limaskap í felagnum minsta lagi 1 mðr. fyri aðalfundin.
Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt.
Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár. Nevndirnar skipa seg sjálvar.
Formaðurin verður valdur fyri eitt tvey ára skeið.
Valdar verða HONDBÓLTSNEVND, KAPPRÓÐRARNEVND og HÚSANEVND sum í minsta lagi eru trýmannanevndir. Nevndarlimir verða valdir fyri eitt tvey ára skeið; tveir limir annaðhvørt ár og ein/tveir annað hvørt ár. Harafturat verða valdir tveir tiltakslimir, eitt tvey ára skeið.
Uppskot til viðtøkubroytingar skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin. Minst 2/3 av møttu limunum skulu vera fyri, um broytingin skal vinna frama.
Gr. 10
Roknskaparárið
Roknskaparárið er kalendaraárið, tvs. frá 1. januar til 31. desember.
Nevndarlimur hevur rætt til at síggja roknskap og skjøl felagsins.
Gr. 12
Felagslógin
Hendan felagslóg er viðgjørd og samtykt á aðalfundi 22. mai 2016
Samstundis verða allar aðrar lógir felagsins settar úr gildi.
.
.
.