top of page

Stuðla einum ítróttarfelagið - stuðla SÍF


ree

Virksemið hjá Sandavágs Ítróttarfelag verður rikið sjálvboðið, og sum limur hjá Sandavágs Ítróttarfelag hevur tú avgerandi týdning fyri felagið. Limirnir eru grundarlagið undir einum virknum ítróttarfelagi, tí uttan limir er einki felag.


Vit ynskja at skapa eitt enn betur ítróttarfelag. Fyri at røkka hesum máli, hava vit brúk fyri tykkum. Vit vilja bjóða okkara børnum og ungdómi, betri umstøður og hentleikar til at íðka hondbólt og kappróður.

VIÐ AT RAÐFESTA BØRNINI OG UNGDÓMIN KUNNU VIT SAMAN SKAPA GÓÐAR UPPLIVINGAR: GLEÐI, FELAGSSKAP, AVBJÓÐINGAR, SPENNING, AVRIK OG MENNING.

Tað, at gera nakað fyri felagsskapin, er við til at styrkja sálarligu heilsuna og skapar trivnað fyri einstaka menniskja – hetta er partur av tí, sum ger lívið vert at liva. Hetta fyribyrgir strongd og depressión.

At stuðla SÍF er ikki ein útreiðsla, men ein íløga til títt nærumhvørvið. Eisini er hetta ein íløga í ein felagsskap, sum við stoltleika, roysni og brøgdum umboðar okkara nærumhvørvið.


GERST HVÍLANDI LIMUR HJÁ SÍF

Møguleiki er hjá øllum at stuðla SÍF við at vera hvílandi limur. Her kann mann flyta eina uphædd árliga á konto: 9181-125.597.7. Møguleiki er eisini at biða bankan um at gera fasta flyting til SÍF eina ferð árliga. Viðmerk navn og hvílandi limur.

Kommentarer


Billede af Marino Bobetic

Við nærleika skapa vit eitt mennandi og fjølbroytt ítróttarligt umhvørvi, sum er tilvitað um einstaklingin og felagsskapin

Síf búmerki.png
telefon.png
mail.png
facebooksif.png
instagram..png

Sandavágs Ítróttarfelag
sif@sif.fo
tlf. 271906


Hondbóltur

hondbolt@sif.fo
Venjari: tlf. 281906


Kappóður
rodur@sif.fo

@ 2022 framleitt av BG

bottom of page