top of page

Røðan hjá formanninum, Heðin Samuelsen


Góðu róðrarfólk, venjarar, hjálparfólk, stuðlar, foreldur og viðhaldsfólk.

Hjartaliga vælkomin til hesa samkomu, nú vit vilja heiðra okkara røsku og dugnaligu róðrarfólkið.

Tað er ikki sørt at eg er errin, rørdur og eyðmjúkur av at verða formaður hjá SÌF í dag. Eisini fyri nevndirnar og limirnar í felagnum er løtan serstøk.

Hetta er ein ynski løta, ein løta vit í felag kunnu njóta saman, og sum setir seg fast í okkara minni. Ein ynskisdreymur sum nú er veruleiki.

Eg vil byrja við teimum ynsktu, sum manna Havørnina, baðið gentum og dreingjum. Tá hugsað verður um at tað er fyrstu ferð at fleiri av tykkum hava verið í kappróðri, so hava tit klára tykkum heilt væl.

Ørnin manna við dreingjum til barnaróður, tit vunnu bronsu til FM róðurin. Fantastiskt, tað verður sera spennandi at fylgja tykkum komandi ár, tit eru ótrúligani raskir.

Eisini Ørnin, manna við gentur 14-16 ár, tit hava eisini klára tykkum heilt væl, og tá man fylgir við, so sær man eisini hvussu nógv tit ganga uppí at rógva, so verður tað spennandi at fylgja tykkum komandi summar. (tær eru so bitnar av at rógva, at tær longu eru farnar í bátin aftur)

So er tað tit á Skúgvi. Eg havi ikki orð fyri hvussu errin eg eri, ja sum vit øll eru av tykkum. Fyri fyrstu ferð er FM gulli í 6 mannafarð róðri enda í Sandavági. Eg veit ikki við vissu, men tað er langt síðan at nakað gull er komi til Sandavágs á nøkrum báti við monnum.

Síðani Ólavsøku í fjør, havi eg verið sera spentur uppá hvussu tað fór at gangast tykkum í ár, tí mundi tit vunnið á Páll Fanga, sum vunnu allar róðrarnar.

Eg havi ongantíð ivast í at tit fóru at klára tykkum væl, tí tað samanhald sum er millum tykkum mátti geva eitt gott úrslit. Tit eru blaðungir, tit duga disiplin og tit duga at stuðla hvørjum øðrum.

Tað er eitt sætt bragd at tit nú standa á ovastu rók. Tit kunnu sóla tykkum í at tit nú eru fyrimyndir, sum onnur kunnu spegla sær í, og tað skulu tit eisini gera. Ungir evnaríkur garpar sum vit eru sera erpin av.

Eg veit at tað ikki eru allur 7 við aftur komandi ár, vónandi finna tit ein góðan avloysara fyri Ingva. Eg vil siga tær TAKK fyri títt íkast Ingvi, og ynskja tær blíðan byr á í tínari lívsleið.

kanst tú brúka royndirnar við felagskapinum víðari, eins og øll onnur sum megna at samstarva so væl, sum ein er noyddur til fyri at fáa eitt gott úrslit.

Skúgvur gongur, hann flýgur avstað, syngja vit í nýggja sanginum.

Hetta hava tit prógva. Eg veit eg tað verður spennandi at fylgja tykkum komandi summar.

Eg fari at enda við at takkað øllum sum hava verið um okkara rógvarar. Foreldur sum hava bjóða til morgunmat. Tykkum sum hava ferðast runt landi við okkum, tað hevur verið eitt fragd at merkt tykkara áhugað at fylgja við hópinum.

Fyri at kunna verða vera við mugu 4 av okkara manningum hava minst ein vaksnan afturat sær. So øllum tykkum sum so trúligani hava fylgt við og stuðla, fari eg so hjartaliga at takka fyri. Vit mugu minnast til at tað tekur tíð og nógv annað má skúgvast til viks, so enn eina ferð stóra tøkk til tykkara.

Eisini við eg takka róðrarnevndini fyri eitt sera væl fyriskipa ár.

Øll sum hava stuðla okkum fíggjarliga, skulu hava hjartaliga takk. Uttan tykkara íkast hevði alt hetta ikki bori til.

Sum eg segði at byrja við, tað er mær ein stórur heiður at verða her í dag, og síggja hvussu nógv eisini eru komin saman at heiðra okkara ungdómi. Jú sanniligani grør um gangandi fót. Vit eru stolt og errin av tykkum, minnist til tit eru í dag sjálvar og sjálvir fyrimyndir fyri onnur.

Takk fyri.

Seneste blogindlæg

Se alle

Tónleikur á seinsummardegnum

Kl 10:30 Sámal Ravnsfjall Í TJALDINUM Ókeypis Kl 13:30 Kirkjukonsert v/ Dalaliljur Í SANDAVÁGSKIRKJU Ókeypis Kl 17:00 Hans Ravnsfjall Í TJALDINUM Ókeypis Kl 20:00 Tinganest Í TJALDINUM Ókeypis Kl 22:3

Comments


bottom of page