

HONDBÓLTUR
UM HONDBÓLTIN
SÍF, ið er eitt av elstu ítróttarfeløgum í Føroyum, er vælvirkandi og aktivt innanfyri hondbólt. Umsitingarliga verður felagið rikið av sjálvbodnum á einum óløntum grundarlagi. Hervið eru foreldur, ung og aðrar eldsálir við til at tryggja, at børn og ung fáa dygdargóð ítróttarlig tilboð og sosiala samveru í nærumhvørvinum. Hetta skapar góðan trivna og góða heilsu.
Tey síðstu árini hevur SÍF havt løntan venjara til hondbóltin. Kappingarárið 2021/2022 hevði SÍF sáttmála við 37 ára gamla danan Allan Quvang Hvalsøe, og fyri kappingarárið 2022/2023 er sáttmálið gjørdur við 28 ára gamla Kroatan, Jure Fistonić, sum tekur sær av at venja øll børnini, frá U10 og upp til U14.
Í løtuni er meirilutin børn og ung sum spæla hondbólt í SÍF. Eisini hava 2. deild kvinnur og menn mannað lið. Tað er stuttligt at síggja vaksnamanna hondbólt aftur í høllini á Giljanesi.
Hondbóltsnevndin hevur sum mál, at tað er góður trivnaður, hjá teimum sum spæla hondbólt og foreldrum teirra. Harafturat er ynskiligt at talið av íðkandi innan hondbóltin, fer at vaksa tey komandi árini. Hondbóltsnevndin er tí farin undir at gera átøk, sum hava til endamáls, at stimbra áhugan hjá børnum fyri hondbólti.
At fara uttanlands at spæla hondbólt, er sera mennandi ítróttarliga og gott fyri trivnaðin hjá teimum ungu. Í 2019 var SÍF í Hillerød á Hillerød Cup. Túrurin var sera væleydnaður. Ætlanin er at fara á Hillerød Cup 2. Hvørt ár. Vit skuldu havt verið í 2021 og 2022, men vegna Corona kundi hetta ikki lata seg gera.