IMG_4125.jpeg

SÍF HÚSIÐ

Nýtt hús, nýggir karmar

"SÍF húsið" sum í dag er blivi virkishús fyri børn og ung í Vága kommunu, liggur beint við fótbóltsvøllin og ánna, sum rennur gjøgnum bygdina. Gamla SÍF húsið hevur hýst nógvum, bæði veitslum, legum, kappingum og øðrum, men tá eingin fótbóltur longur var í felagnum sýntist tað ikki at vera neyðugt at eiga stóra húsið við Valloyruna. 

Nýggja SÍF húsið fer at hýsa nevndini umframt venjingarlegum, veitslum, tiltøkum og øðrum, ið okkum hóvar. Enn er húsið í gerð, men vit eru sera spent at vísa tykkum okkara nýggja felagshús.

​Á 1. hædd er køkur, felagsrúm, tvey ves við brúsurúmið og goymslurúm.

Á 2. hædd verður felagsrúm til fundir o.a. og kontór til umsiting av felagnum.

IMG_8948.jpg