

FELAGIÐ
Felagið Sandavágs Ítróttarfelag
Vit minnast við æru tey, sum fyri yvir hundrað árum síðani settu á stovn SÍF, sum fyrstu árini kallaðist Sandavágs Bóltfelag, sum so seinni bleiv til Sandavágs Ítróttarfelag.
Felagið byrjaði í síni tíð – sum upprunanavnið segði tað – við fótbólti, men síðani komu bæði kappróður, fimleikur og hondbóltur afturat.
SÍF, ið er eitt av elstu ítróttarfeløgum í Føroyum, tað bleiv stovna í 1906, og umsitingarliga verður felagið rikið av sjálvbodnum á einum óløntum grundarlagi. Hervið eru foreldur, ung og aðrar eldsálir við til at tryggja, at børn og ung fáa dygdargóð ítróttarlig tilboð og sosiala samveru í nærumhvørvinum. Hetta skapar góðan trivna og góða heilsu.
Formaður: Heðin Samuelsen
Kassameistari: Eina Gudmundsen
Skrivari: Beinta Gudmundsen
Hondbóltsnevndin
Sólja Fríða Jóanisdóttir
Katrin Pauladóttir
Høgni M. Joensen
Jógvan Pauli S. Olsen
Christel Christoffersen
Kappróðarnevndin
Tórunn í Horni Nielsen
Ketty Thomassen
Ranja Torfinnsdóttir
Símun Tórur Joen-Jacobsen
Høgni á Plógv
Búi Falkvard