IMG_4125.jpeg

LIMAGJALD

Gerst limur í SÍF

Virksemið hjá Sandavágs Ítróttarfelag verður rikið sjálvboðið, og sum limur hjá Sandavágs Ítróttarfelag hevur tú avgerandi týdning fyri felagið. Limirnir eru grundarlagið undir einum virknum ítróttarfelagi, tí uttan limir er onki felag.

Vit ynskja at skapa eitt enn betur ítróttarfelag. Fyri at røkka hesum máli, hava vit brúk fyri tykkum. Vit vilja bjóða børnum og ungdómi okkara betri umstøður og hentleikar til at íðka hondbólt og rógving. Við at raðfesta børnini og ungdómin kunnu vit saman skapa góðar upplivingar: gleði, felagsskap, avbjóðingar, spenning, avrik og menning.

Tað, at gera nakað fyri felagsskapin, er við til at styrkja sálarligu heilsuna og skapar trivnað fyri einstaka menniskja – hetta er partur av tí, sum ger lívið vert at liva. Hetta fyribyrgir strongd og depressión.

At stuðla SÍF er ikki ein útreiðsla, men ein íløga til títt nærumhvørvið. Eisini er hetta ein íløga í ein felagsskap, sum við stoltleika, roysni og brøgdum umboðar okkara nærumhvørvið.

LIMAGJØLD

SOLEIÐIS RINDAR TÚ LIMAGJALD

Flyt upphæddina á 9181-125.597.7, viðmerk navn og ítrótt/árgang/hvílandi limur

HONDBÓLTUR

Fyri U6 og U8 er kostnaðurin 200 kr. árliga.

Fyri U10 og eldri er kostnaðurin 400 kr. árliga.

18 ár og eldri 500 kr. árliga.

KAPPRÓÐUR

Yngri enn 18 ár 400 kr. árliga.

18 ár og eldri 500 kr. árliga.

TRYGD VIÐ AT RINDA LIMAGJALD

Tá tú rindar limagjald, so dekkar tryggingin hjá ÍSF (Ítróttar Samband Føroya), um tú kemur til skaða í ítróttinum.

HVÍLANDI LIMIR

Møguleiki er hjá øllum at stuðla SÍF við at vera hvílandi limur. Her kann mann flyta eina uphædd árliga á konto: 9181-125.597.7. Møguleiki er eisini at biða bankan um at gera fasta flyting til SÍF eina ferð árliga. Viðmerk navn og hvílandi limur.

 

FAMILJUAVSLÁTTUR

SÍF ynskir at stuðla familjum, har fleiri børn eru íðkandi. Hervið skal eingin familja gjalda meir enn 1.000 kr árliga í limagjaldi fyri hondbóltin ella kappróðurin.

EINGIN SKAL HALDAST AFTUR AT ÍÐKA VIÐ SÍF

SÍF ynskir ikki at nakað barn skal haldast aftur at spæla hondbólt ella at rógva av fíggjarligum ávum. Tí vil SÍF stuðla teimum familjum sum ikki síggja seg føran at gjalda limagjald. Við at venda sær til formannin Heðin Samuelsen á mail hedin@vaga.fo ella á telefon 794444 kann søkjast um hetta. Umsóknin verður viðgjørd í trúnaði.