top of page

Tillukku Skúgvur!

Opdateret: 21. nov. 2022

Hjartaliga tillukku við plaseringini í dag Baldur, Høgni, Rókur, Tóri, Yngvi, Símun Tórur og John.

Teir kappaðust í dag um fyrsta pláss ein stóran part av málinum. Hetta er teirra annar FMróður nakrantíð við einum 6. mf. og teir blivu nr. 2. Á Norðoyastevnu blivu teir nr. 3. Eitt flott avrik fyri eina manning, har miðalaldurin er 17 ár umborð.

Hesir dreingir/menn hava róð saman í nógv ár, nakrir líka síðan barnaróður. Í smáu bygdunum er ikki altíð lætt at manna bátarnar, serliga tá nøkur náa aldursmarkið til at rógva størri tein/bát og nøkur ikki. So ístaðin fyri at fara í tvær manningar, sum møguliga ikki blivu mannaðar, (tí helvtin vóru ov gamlir til at rógva 5 mf), ynsktu teir allir at flyta upp saman og rógva 6 mf.

Tað er og verður sooo spennandi at fylgja tykkum koyr á Skúgvur.



Comentários


Billede af Marino Bobetic

Við nærleika skapa vit eitt mennandi og fjølbroytt ítróttarligt umhvørvi, sum er tilvitað um einstaklingin og felagsskapin

Síf búmerki.png
Namnlös design (8).png
Namnlös design (6).png
Namnlös design (9).png

sif@sif.fo
hondbolt@sif.fo
rodur@sif.fo

@ 2022 framleitt av BG

bottom of page