SÍF, ið er eitt av elstu ítróttarfeløgunum í Føroyum, er vælvirkandi og aktivt innanfyri hondbólt.
Umsitingarliga verður felagið rikið av sjálvbodnum á einum óløntum grundarlagið. Hervið eru foreldur, ung og aðrar eldsálir við til at tryggja, at børn og ung fáa dygdargóð ítróttarlig tilboð, og sosiala samveru í nærumhvørv-inum. Hetta skapar góðan trivna og góða heilsu.
Tey síðstu árini hevur SÍF havt løntan venjara til hondbóltin.
Komandi ár hevur SÍF gjørt 2 ára sáttmála við 37 ára gamla danan Allan Quvang Hvalsøe. Allan kemur at venja øll liðini frá U8-U16.
Allan hevur drúgvar royndir sum hondbóltsleikari og hondbólts-venjari. Hann er vanur at venja børn, eins og hann hevur vant vaksin. Allan lýsir seg sum ein “klub-mand”, og gongur høgt uppí felagsskapin, sum er í og rundan um hondbóltin. Afturat hesum hevur hann nógvar dygdir, sum koma at stuðla hondbóltinum í SÍF. Vit gleða okkum, at bjóða Allan vælkomnum til SÍF.
Í løtuni er meirlutin børn og ung, sum spæla hondbólt í SÍF. Vit hava lið sum eru mannaði í U6, U8, U10, U12 og U14. Hetta fegnast vit um. Í fjør blivu eisini liðini hjá monnum og kvinnum mannaði í 2. Deild. Tað var stuttligt at síggja vaks-namanna hondbólt aftur í høllini á Giljanesi.
Hondbóltsnevndin hevur sum mál, at tað er góður trivnaður hjá teimum sum spæla hondbólt, og foreldrum teirra. Harafturat er ynskiligt, at talið av íðkandi innan hondbóltin, fer at vaksa tey komandi árini. Hondbóltsnevndin er tí farin undir at gera átøk, sum hava til endamáls, at stimbra áhugan hjá børnum fyri hondbólti. Eitt av átøkunum byrjaði í fjørð við einum samstarvi við Skúlan á Giljanesi, har venjarin undirvísti nøkrum flokkum í hondbólti.
Hetta var við til at nøkur íðkandi løgdust afturat, og tað fegnast vit um. Hetta samstarv heldur fram, og ætlanin er komandi ár, at hava hondbólt sum eitt valfak til eldru flokkarnar í Skúlanum á Giljanesi.
At fara uttanlands at spæla hondbólt, er sera mennandi ítróttarliga, og gott fyri trivnaðin hjá teimum ungu. Í 2019 var SÌF í Hillerød á Hillerød Cup. Túrurin var sera væleydnaður. Ætlanin er at fara á Hillerød Cup 2. hvørt ár. Vit skuldu havt verið í 2021, men vegna korona kundi hetta ikki lata seg gera. Væntandi sleppa vit avstað í 2022.
hondbóltsnevndin
ynskir øllum eina
ความคิดเห็น