top of page

ÍSF á ferð - í felag fram ímóti felags málum

14. november - Vágar (Skúlin á Giljanesi): Lene Terp


EVNISKVØLD: Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og tey bestu

Kom við, tá ið Lene Terp, venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri, Heri Ziska, venjari, Gudmundur Joensen, fyrrv. leiðari av Ítróttarháskúlanum og Øssur D. Eiriksfoss, fyrrverandi úrvalsíðkari og bachelor í ítrótti, skiftast um at koma við ÍSF kring landið at greiða frá innihaldinum í nýggju ætlanini hjá ÍSF fyri føroyskan ítrótt næstu fýra árini.

Heitið fyri kvøldini er: »Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og tey bestu«, og tiltøkini eru ætlað nevndarlimum, venjarum, sjálvbodnum og annars øllum, sum eru virkin og áhugað í ítróttarfelagsskapum kring landið.


EVNINI, sum verða viðgjørd, eru: 
– Hvussu kunnu vit í felag tryggja góða felagsskapin?
 – Hvussu kunnu vit halda sjálvbodnum til felagsskapin?
 – Hvussu kunnu vit skapa eitt mennandi venjingarumhvørvi fyri øll – bæði breidd og tey bestu?




Góði felagsskapurin er reyði tráðurin í tí felags ætlan, sum ítróttargreinar í Føroyum herfyri samdust um at arbeiða fram ímóti. Millum høvuðsmálini er, at øll skulu við, og dentur verður lagdur á at virða gleðina við at íðka ítrótt eins høgt og siðursgleðina. Og so leggur ÍSF fyri fyrstu fer fram eitt tilmæli um, at børn skulu kunna vera virkin í fleiri ítróttagreinum í senn.





Í døgunum 8. – 17. november ferðast ÍSF kring landið, og vit vilja fegin greiða øllum, sum eru áhugað og virkin í lokalu ítróttafeløgunum, frá ætlanini og hoyra ymiskar hugsanir. Umframt umboð frá ÍSF og starvsnevndini hjá ÍSF verða skiftandi gestarøðarar til hvørt evniskvøld:

TÍÐ OG STAÐ: Øll tiltøkini eru frá kl. 19.00 - 21.00: 8. november - Eysturoy (Løkshøll): Mark Lausen-Marcher 9. november - Klaksvík (Skúlin á Skúlatrøð): Annika Helgadóttir Davidsen 10. november - Norðurstreymoy (Skúlin við Streymin): Heri Ziska 14. november - Vágar (Skúlin á Giljanesi): Lene Terp 15. november - Sandoy (Stað kemur): Guðmundur Joensen 16. november - Suðurstreymoy (Aulan í Finsen): Lene Terp 17. november - Suðuroy (Skúlin í Trongisvági): Øssur D. Eiriksfoss


UM GESTARØÐARAR: LENE TERP, kvinnulandsliðsvenjari og mennari hjá FSF: “Venjaraleikluturin skal raðfestast, um vit vilja tryggja eitt mennandi venjingarumhvørvi - bæði fyri breidd og úrval”.

MARK LAUSEN-MARCHER, ítróttastjóri HSF: "Góða venjingarumhvørvið og týdningurin av at venja fleiri ítróttagreinar"

ANNIKA HELGADÓTTIR DAVIDSEN, sálarfrøðingur: “Ung, trýst og úrslit, soleiðis sum børn og ung uppliva tað”

HERI ZISKA, venjari og granskari: “Nær skal eg velja? – hvat sigur nýggjasta granskingin um týdningin av at venja fleiri ítróttagreinar?”

GUÐMUNDUR JOENSEN, fyrrv. leiðari á Ítróttaháskúlan í Suðuroy: “Um børn og rørslugleði”

ØSSUR DEBES EIRIKSFOSS, fyrrv. úrvalsíðkari og bachlor í ítrótti “Sjónarhornið hjá einum íðkara”

Hetta er fyrsta strategiska stigið fram ímóti at styrkja føroyska ítróttafelagsskapin og skapa ítrótt fyri øll - alt lívið.

Vit vóna at tit møta fjølment til tiltøkini,


Ítróttasamband Føroya





bottom of page