IMG_1025.jpeg

KAPPRÓÐUR

Kappróðrarneystið í Sandavági

Í kappróðrarneystinum hava vit góðar venjingarumstøður, køk, tvey skiftirúm, tvey vesi og bátahøll. 

Tað er Hansina á Plógv og fyritøkan hjá manni hennara, sum hava fingið neystið upp at standa, umframt onnur, ið hava hjálpt til. Byrja var í 2012, og neystið stóð klárt til nýtslu til Vestanstevnuna í Sandavági í 2015.

Neystið hýsir í løtuni 3 manningum, inniróðri og øðrum bólkum, sum hava dagliga gongd í neystinum.

Hava tit spurningar viðvíkjandi neystinum, kunnu tit seta tykkum í samband við Tórunn í Horni Nielsen, tlf 271161